Summarkvøld

preview_player
Показать описание
Ein skortlitt kúgv við garðaliðið leingist heim og beljar,
í ánni spæla skóleys børn, tey floyta fliðuskeljar.
Nú fellur døgg á gras og sev, ið á og tjarnir kransa,
og fram við mýri, millum húsa, mýggjabitar dansa.

Í túninum ein sprøklut høna skrukkar enn og skavar
og skeitir eftir sólini, ið skeivt á fjallið stavar.
Ein maðkamola stund um stund úr skavinum hon tekur.
Um høga tindin spakuliga mjørkatámið rekur.

Og starin flákrar syngjandi í kring á grønum taki.
Har kemur maður gangandi við torvleypi á baki.
Ein lítil piltur fet um fet man móti honum tita.
Hann puttin ber í vinstru hond, í høgru køkubita.

Ein kráka sær so friðarlig á kirkjuspíri situr,
hon lítur móti vestri út, har skiftandi er litur;
tí hvørt sum sól av loftarhædd at havinum seg flytur,
so fáa skýggini teir føgru reyðu, gyltu litir.

Í kvøldarglæmu glógva enn hvør nøva og hvør tangi.
Um allar leiðir er ein fínur, frískur summarangi.
Nú hvørvur ljós, nú kámast land, nú gránar víða havið,
og tagnar eina stund alt ljóð, tí sólin fer í kavið.

Orð: Hans A. Djurhuus. Lag: Jógvan Waagstein
Рекомендации по теме